Evangeliseringsferð til Randers

Í ár – 2024 – er ætlanin, at Atlantic Mission fer evangeliseringsferð til Danmarkar. Farið verður til Randers um páskirnar – frá 22. mars til 7. apríl – har evangeliið verður boðað á ymsan hátt – eitt nú við møtum og kafé í leigaðum hølum í miðbýnum, tiltøkum úti við sangi, talu og leiki. Tiltøk verða eisini umborð á Juvel II, sum fer at liggja heilt inni í Randers – so tætt, at tað bert eru nakrir fáir minuttir til gongu til gongugøtuna í býnum. Á ferðini til Randers leggur Juvel II at í Hirtshals og verður har allan pálmasunnudag, 24. mars.

Umborð á Juvel II og í leigaða hølinum í býnum verða umframt kafè og møti ymisk onnur tiltøk – eitt nú barnamøti, ungdómskvøld, møti fyri grønlendingar, føroyskt møti, møti fyri menn (umborð á Juvel II), møti fyri kvinnur (í kafèini). Flestu dagarnar verður boðið til ‘opið skip’ umborð á Juvel II. Skipað verður eisini fyri siglitúrum út í fjørðin við bátinum.

Seinni fer at verða meiri nágreinilig kunning um dagfestingar, klokkutíðir o.a. í sambandi við tey ymsu tiltøkini.